Lækkið hitakostnaðin í øllum tykkara bygningum

Hitavitan gevur kommunum, stovnum og fyritøkum eitt samlað yvirlit yvir hitanýtslu og kostnað í øllum bygningum, og amboðini til at spara.

Hvussu virkar Hitavitan?

Ein orkumátari, eitt yvirlit, og so er tað upp til tykkum og okkum at finna sparingarnar.

1

Uppseting

Ein løggildur elinnleggjari setur ein orkumátara til hitaskipanina. Uppsetingin er einføld og krevur ongar stórar tillagingar.

2

Yvirlit

Mátarin sendir nýtsluna til Hitavitan, og tit síggja nýtslu og kostnað dag fyri dag, viku fyri viku og mánað fyri mánað.

3

Sparing

Tá nýtslan sæst svart upp á hvítt, er lættari at finna fram til, hvar hitin kann setast niður, uttan at tað gongur út yvir bygningin. Vit hjálpa tykkum at meta um, hvussu nógv kann sparast.

Oljunýtsla í Føroyum

Olja er enn ein stórur partur av upphitingini í Føroyum

Nógvir stovnar og fyritøkur vita framvegis ikki neyvt, hvussu nógva olju hvør bygningur brúkar, ella nær.

Meira enn yvirlit

Hitavitan gevur tykkum ikki bara yvirlit, men eisini amboð at fremja sparingar.

Yvirlit og frágreiðingar

Fáið eitt felags yvirlit yvir allar bygningarnar og regluligar frágreiðingar um nýtslu, kostnað og sparingar.

Nýtsla samanborin við veðrið

Hitavitan vísir nýtsluna saman við veðrinum, serliga vindi. Brúkar ein bygningur munandi meiri hita, tá tað er vindur, kann tað vera tekin um, at tað trekkir inn, ella at bjálvingin er vánalig.

Tíðarstýring av upphiting

Hitin verður sjálvvirkandi lækkaður um náttina, í vikuskiftum og í frítíðum, tá bygningar ikki eru í brúk. Hava tit snildtermostatar í bygninginum, kunnu tit skrúva niður fyri hitanum og síggja beinleiðis í Hitavitan, hvussu nógv tit spara.

Stýring av sirkulatiónspumpum

Sirkulatiónspumpurnar kunnu steðga, tá bygningurin ikki er í brúk, og fara sjálvvirkandi í gongd aftur, um hitin fellur ov nógv.

Orkuráðgeving

Vit greina nýtsluna og geva ítøkilig ráð um, hvar tit skjótast kunnu spara.

Hvat er virði á betri vitan?

Vel tykkara árligu oljunýtslu niðanfyri, og síggið, hvat ein sparing upp á 10, 15 ella 20 prosent svarar til um árið. Hvussu nógv tit spara, veldst um bygningin og nýtsluna, men hetta gevur eina hugmynd.

200.000 litrar
10%
Lítil sparing
Svarar til 264.500 kr. um árið
15%
Miðal sparing
Svarar til 396.750 kr. um árið
20%
Stór sparing
Svarar til 529.000 kr. um árið

Útroknað við 200.000 litrum um árið og oljuprísi á 13,22 kr/l.

Fá tilboð

Spurningar

Ja. Hitavitan gevur eitt felags yvirlit yvir nýtslu og kostnað í einum ella fleiri bygningum. Til dømis kann ein kommuna savna barnagarðar, skúlar ella hallir í einum heildaryvirliti, so nýtslan sæst samlað, og tað verður lættari at eyðmerkja sparingar.
Ja. Hitavitan riggar bæði við oljufýringum og hitapumpum, og tit kunnu fylgja við øllum bygningunum á somu kontu, uttan mun til, hvør hitaskipanin er.
Tað veldst um, hvussu nógvar hitaskipanir og bygningar tit vilja fylgja við. Í summum førum, til dømis við størri ketlum, kunnu fleiri oljufýringar vera knýttar at somu skipan. Tá skal ein mátari setast til hvørja oljufýring, og síðani verður nýtslan samlað fyri allan ketilin. Vit hjálpa tykkum at meta um tørvin.
Ein løggildur elinnleggjari setur orkumátaran upp til hitaskipanina. Uppsetingin er einføld og kann gerast uttan stórar tillagingar. Um tit sjálvi hava ein løggildan elinnleggjara, kann hann sjálvandi eisini seta mátaran upp.
Hitavitan ger tað lættari at síggja, nær og hvar hitanýtslan er hægst, so tit kunnu tillaga upphitingina eftir veruliga tørvinum. Til dømis kann hitin setast niður í vikuskiftum í barnagørðum, skrivstovum ella fimleikarhøllum, tá bygningurin ikki verður brúktur. Við Hitavitan síggja tit skjótari, hvar tað er møguligt at spara, og hvar upphitingin kann tillagast betur.
Tí veðrið, serliga vindur, hevur stóra ávirkan á, hvussu nógv hiti ein bygningur brúkar. Ein dag við nógvum vindi kann sami bygningur brúka nógv meiri orku enn ein stillan dag, hóast hitin er tann sami. Er munurin stórur, kann tað vera tekin um, at tað trekkir inn, og at køld luft sleppur inn gjøgnum vindeygu, hurðar ella vánaliga bjálving.

Ljóðar tað áhugavert?

Fyllið út niðanfyri, so seta vit okkum í samband og taka tað haðani.

Ella setið tykkum beinleiðis í samband við okkum